Smittutølini í USA vaksa við miklari ferð

bannari
Smittutølini í USA vaksa við miklari ferð
Ongantíð áður eru so nógv fólk í landinum smittað við koronu eftir einum samdøgri
 
25.10.2020 - 16:29

Smittutølini í USA vaksa við miklari ferð í løtuni. Fríggjadagin vórðu 83.757 nýggir COVID-19 tilburðir skrásettir í USA, og ongantíð fyrr eru so nógvir nýggir tilburðir skrásettir eftir einum samdøgri.

Og í gjár, var talið næstan líka so stórt, tá 83.718 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í USA, skrivar amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN, á netinum.

Ringast í New York

Serfrøðingar hava frammanundan ávarað um, at tað fóru at koma nógvir nýggir tilburðir í landinum í heyst, og serfrøðingarnir halda, at støðan fer at gerast enn verri.

Higartil hava næstan 8,6 milliónir fólk í USA fingið COVID-19, og stívliga 225.000 fólk í landinum eru deyð av smittuni.

Ringast stendur til í New York, har 33.400 fólk higartil eru deyð av COVID-19, vísa tøl hjá Johns Hopkins University, sum fylgir smittugongdini.

Lítið gott í væntu næstu vikurnar

Væntandi fara tølini á deyðum at vaksa komandi tríggjar-fýra vikurnar, sigur Michael Osterholm, deildarstjóri hjá Center for Disease Control á universitetinum í Minnesota, við CNN.

Ein av orsøkunum til, at talið veksur so skjótt í løtuni er, at tað gerst kaldari í veðrinum, og at fólk tí í størri mun savnast innandura, har tað er lættari at smitta onnur, siga heilsumyndugleikarnir.

Forsetin, Donald Trump, hevur roynt at kyrra fólk, samstundis sum tølini fyri landið fortelja eina aðra søgu. Í minst 35 statum vóru smittutølini í síðstu viku størri enn tey vóru vikuna frammanundan, sambært CNN.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Mono: Axel Einarsson (5:5)
175796
Mikudag 29. mai
Skratsj tann 29. mai 2024
175791
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. mai
Patursson - teknmálstulkað
175800
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764
Týsdag 28. mai
Veðrið
175741