Greining: Biden favorittur at vinna forsetavalið

Greining: Biden favorittur at vinna forsetavalið
Tað verður tætt á amerikanska forsetavalinum í dag, sigur greiningarfyritøka. Munandi tættari enn síðstu kanningarnar benda á
 
03.11.2020 - 08:33

Forsetavalið í USA er í dag. Sambært U.S. Elections Project, hava 98 milliónir amerikanarar longu greitt atkvøðu, av teimum umleið 240 milliónunum, sum hava valrætt til valið í dag.

Sambært heimasíðuni FiveThirtyEight, sum greinar veljarakanningar, vísa hagtølini, at Biden er favorittur at vinna, og at Trump bara hevur 10 prosent møguleika fyri at endurvinna forsetasessin. 

Ábendingar um eitt tætt val

FiveThirtyEight leggur kortini dent á, at tað bara eru fáir marginalar, ið skulu broytast fyri hendan myndin broytist heilt nógv, og at tað verður nógv tættari enn síðstu veljarakanningarnar benda á.

Víst verður á, at í 2016 vístu veljarakanningarnar at Hillary Clinton fór at vinna, men hetta hendi sum kunnugt ikki. Harafturímóti vísa veljarakanningarnar, at Biden stendur seg sterkari enn Hillary Clinton í øllum svingstatunum, sum ikki hava siðvenju at velja sama flokk. 

Valevnini bæði, Donald Trump og Joe Biden, endaðu báðir teirra valstríð í tveimum av svingstatunum í nátt okkara tíð. Donald Trump Michigan og Joe Biden í Pennsylvania.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166