Semingsstovnurin hittir sjúkrarøktarfrøðingarnar

Semingsstovnurin hittir sjúkrarøktarfrøðingarnar
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur longt undantøkini til klokkan trý seinnapartin
Semingsmenninir fóru á fund við sjúkrarøktarfrøðingarnar fyrrapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
03.11.2020 - 11:56

Semingsstovnurin fór fyrrapartin á fund við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um verkfallið á almenna arbeiðsmarknaðinum. 

Ósemjan millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og sjúkrarøktarfrøðingarnar versnaði í gjár, tá fakfelagið setti sum treyt, at skuldu undantøkini í verkfallinum leingjast, skuldi Sjúkrahúsverkið rinda felagnum 200 krónur fyri hvønn arbeiðstíma hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum høvdu fingið undantak. 

80.000 kr. um samdøgrið

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum tók ikki undir við treytini. Leiðslan segði, at hetta hevði kostað 80.000 krónur um samdøgrið. 

Og eina løtu valdaði ruðuleiki í sjúkrahúsverkinum, tá nakrir sjúkrarøktarfrøðingar fóru av verkfalsraktu deildunum, og tænastumenn, flestu yvirlæknar, vórðu boðsendir til arbeiðis.

Men klokkan hálvgum seks í gjárkvøldið játtaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at leingja undantøkini til klokkan trý seinnapartin í dag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306