– Ein er tíðin at dansa

bannari
– Ein er tíðin at dansa
Eg eri bangin fyri at punktera, um eg skal vera borgarstjóri í 12 ár, sigur Jógvan í Skorini, fráfarandi borgarstjóri í Eiðis kommunu
Jógvan í Skorini hevur verið borgarstjóri á Eiði síðani 2013, men gevst nú.
10.11.2020 - 19:09

Ein av teimum 11 borgarstjórunum, sum ikki bjóða seg fram aftur til kommunuvalið í ár, er Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu. 

Jógvan í Skorini hevur verið borgarstjóri í kommununi í átta ár, og sambært honum sjálvum, er rætta løtan at gevast komin. 

Fýra ár afturat ov leingi

– Eg eri bangin fyri, at eg havi hug at punktera, um tað var komið upp á 12 ár. Hevði tað verið tvey ár afturat, so vænti eg kanska, at eg hevði stillað upp aftur, sigur fráfarandi borgarstjórin. 

Hesi seinastu átta árini eru nógvar broytingar framdar í bygdini, og nógv av hesum er Jógvan í Skorini glaður fyri, nú hann hyggur aftur á árini sum borgarstjóri. 

– Økið í Hólmanum við vøllinum, bygdasalinum og venjingarhølinum, mentanarhøll upp í skúlanum, frítíðarskúla og nýggjar íbúðir. Tað er sera nógv at gleðast um, sigur Jógvan í Skorini. 

Kommunusamanlegging ikki eitt mál

Í mun til nógvar aðrar kommunur, har samanlegging við øðrum kommunum hevur fylt nógv, so hevur hetta ikki fylt nógv í kommunustýrinum á Eiði. 

– Eg dugi ikki at síggja nakran fyrimun her hjá okkum við kommunusamanlegging. Vit hava eina kommunu, sum er fíggjarliga væl rikin, vit hava gott samstarv við grannakommunur, sigur Jógvan í Skorini.

– Vit hava lægri skattaprosent enn allar aðrar kommunur í miðstaðarøkinum, og vit hava ein høgan barnafrádrátt. Vit hava alt tað her norðuri, sum ein stór kommuna eigur at hava. So eg vænti, at um tú spyrt fólkið her, so er eingin við upp á kommunusamanlegging.

Vænti eina sjónliga kommunu

Nú skal eitt nýtt kommunustýri veljast á Eiði, og tað verður við einum nýggjum borgarstjóra á odda. 

Fráfarandi borgarstjóran væntar eina sjónliga kommunu, og hann vónar, at framsíggin fólk, sum tora at taka avgerðir, verða at síggja í komandi stýrinum.

Enn hevur borgarstjórin ikki tikið avgerð um, hvat næsta stigið verður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938