Tvær milliónir til avlýstar tónleikafestivalar

Tvær milliónir til avlýstar tónleikafestivalar
21 listafólk søktu um stuðul, men øll fingu ikki pengar
Fíggjarnevndin hevur fingið yvirlit yvir goldnan stuðul til lista- og mentanarøkið. Henda myndin er frá Summarfestivalinum fyri nøkrum árum síðani
 
12.11.2020 - 13:22

Avlýstir tónleikafestivalar hava fingið slakar tvær miliónir krónur úr landskassanum.

Tað vísir eitt yvirlit við goldum stuðli til lista- og mentanarøkið, sum Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur latið Fíggjarnevndini.

Listafólk hava fingið slakar 470.000 kr., almannagagnlig tiltøk slaka 1,5 mió. kr. og góðar 300.000 kr. eru latnar til leiguinntøkur.

21 listafólk søktu um stuðul. Men øll fingu ikki pengar.

Ein umsókn bleiv avvíst, tí talan er um vinnufelag og ikki listafólk.

Vinnufeløg kunnu søkja sambært einum øðrum hjálparpakka. 

Tvær umsóknir blivu avvístar, tí krøvini fyri at vera listafólk vóru ikki fylgd. 

Ein umsókn bleiv avvíst, tí umbiðin skjøl ikki komu inn, og ein umsókn bleiv avvíst, tí umsøkjarin búði ikki Føroyum.

Nøkur fingu ikki pengar úr hjálparpakka trý, tí mótrokningin við hjálparpakka eitt gjørdi, at einki var eftir at gjalda út. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037