Stóra rúsevnismálið útsett til 1. februar

Stóra rúsevnismálið útsett til 1. februar
Tvær vikur vórðu settar av til nevningatingið. Hósdagin verður rættarfundur um varðhaldsfongslingina
 
17.11.2020 - 13:19

Nevningatingið um stóra rúsevnismálið er nú útsett til 1. februar næsta ár. Orsøkin er sjúka. Hósdagin verður rættarfundur um varðhaldsfongslingina.

Teir tríggir, sum eru ákærdir í málinum, hava verið varðhaldsfongslaðir í skjótt eitt ár nú, síðani 21. november í fjør.

Hósdagin skal Føroya rættur avgera, um teir skulu latast leysir, ella um teir framvegis skulu vera í varðhaldi.

Tvær vikur vórðu settar av til nevningatingið. Tað var í síðstu viku og í gjár. Men nú er tað útsett til 1. februar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375