Truplar makrelsamráðingar

Truplar makrelsamráðingar
Brexit ávirkar nú møguleikan hjá Føroyum at fiska makrel næsta ár.
26.11.2020 - 19:20

Antin skulu Føroyar og Bretland semjast um eina avtalu ella skullu ES og Bretland.

Strandalandasamráðingar vóru í gjár millum Føroyar, ES og Noreg, um at býta makrelin fyri næsta ár. Men tað eydnaðist ikki at finna semju á hesum fundinum. 

Tó eru londini samd um at halda seg til tilmælið hjá ICES um mestu loyvdu veiðu í 2021.

Tilmælið hjá ICES fyri 2021 er góð 850.000 tons, átta prosent minni enn tilmælið var fyri 2020. 

Makrelsemjan, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu í 2014, fer úr gildi á nýggjárinum.

Avgerandi fyri Føroyar er, at Føroyar sleppa í bretskan sjógv at fiska makrel.

Bretland fer úr ES á nýggjárinum, men eingin avtala er gjørd millum partarnar enn.

Á fundinum í gjár varð avtalað, at Føroyar hava formansskapin í makrelsamráðingunum næsta ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928