Ganga og súkkla á somu breyt

Ganga og súkkla á somu breyt
Fólk til gongu og fólk á súkklu skulu brúka somu gongubreyt, hóast gongubreytin er smalri enn hálvan triðja metur
Her er ein súkklubreyt burturav, men tær eru ikki nógvar
 
29.11.2020 - 11:55

Fólk til gongu og fólk á súkklu skulu brúka somu gongubreyt, hóast gongubreytin er smalri enn hálvan triðja metur.

Meirilutin í Tórshavnar býráði mælir til at broyta kunngerðina frá 2017 um súkklur á gongubreytum.

Kunnu býtast í tvey

Gongubreytir, sum eru minst hálvan triðja metur, kunnu býtast í tvey, so tey, sum eru til gongu, eru fyri seg, og tey, sum súkkla, eru fyri seg.

Trupulleikin er, at gongubreytir, sum eru minst hálvan triðja metur, ofta gerast smalri í støðum, og tá noyðast súkklurnar út á vegin.

Endamálið við at broyta kunngerðina er at loyva súkklunum upp á gongubreytirnar, har sum vegirnir eru mettir at vera ov vandamiklir fyri súkklur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472