Fimm koronutilburðir í gjár

bannari
Fimm koronutilburðir í gjár
Í løtuni eru 16 fólk smittað
 
09.12.2020 - 13:53

Fimm koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Fýra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tann fimti er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna í kanningini, tá ið viðkomandi kom til landið.

Í gjár vórðu 614 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Nú eru gjørdar tilsamans 172.978 kanningar.

Í løtuni eru tilsamans 16 fólk smittað. Eingin er lagdur inn á sjúkrahús við koronu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096