Fara at koppseta um fimm vikur

bannari
Fara at koppseta um fimm vikur
Løgmaður sigur, at vaksinan er stóra gularótin at koma heilskapað ígjøgnum næstu tríggjar vikurnar
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, væntar, at farið verður at koppseta fyri koronu í Føroyum um fáar vikurum fáar
 
15.12.2020 - 09:37

Fyrsti føroyingurin verður væntandi koppsettur fyri koronu um einar fimm vikur.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í Degi og Viku í gjárkvøldið.

Løgmaður vildi ikki siga nakra dagfesting, men ætlanin er at kunna meiri um koppsetingina kanska longu í hesari vikuni, nær koppingarevnið kemur til landið, og hvør leistur skal brúkast at koppseta eftir. 

Bárður á Steig Nielsen segði, at vaksinan er stóra gularótin at koma heilskapað gjøgnum næstu tríggjar vikurnar. 

– Eydnast tað, vænti eg, at vit koma væl ígjøgnum alla koronutilgongdina, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í Degi og Viku í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162