Vindmyllur í Flatnahaga seinkaðar eitt ár

18.12.2020 - 13:28
Innlendis›Tøkni
Vindmyllur í Flatnahaga seinkaðar eitt ár
Nú er ov seint at fara undir fyrireikingar til at fáa myllurnar upp næsta ár, sigur Finn Jakobsen, stjóri í Magn
Finn Jakobsen er stjóri í Magn, sum saman við øðrum ætlar at seta vindmyllur upp í Flatnahaga í Suðurstreymi

Vindmyllurnar í Flatnahaga í Suðurstreymi verða ikki settar upp næsta ár.

Eitt felag, sum Magn og onnur ætla at stovna, fekk 2.oktober í fjør loyvi frá Elveitingareftirlitinum at seta upp seks myllur í Flatnahaga

Men smápartafelagið Vindrøkt kærdi avgerðina.

Stívliga eitt ár seinni, 30.oktober í ár, staðfesti Vinnukærunevndin avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum.

Men nú er ov seint at fara undir fyrireikingar til at fáa myllurnar upp næsta ár, sigur Finn Jakobsen, stjóri í Magn.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037