Sjey nýggir smittutilburðir

bannari
Sjey nýggir smittutilburðir
Sjey nýggir smittutilburðir vóru staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum
Sjey nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár
 
20.12.2020 - 14:18

Seks tilburðir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Í løtuni er óvist, hvussu tann eini persónurin hevur fingið smittuna. Allir sjey persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vóru 1003 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 183.962 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 546 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 518 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 28 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846