- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava kjak um súkkling í Eysturoyartunlinum
Tað er ikki loyt at súkkla í Eysturoyartunlinum.
Jákup Petur Eliassen og hinir súkklararnir vistu væl, at tað ikki er loyvt at súkkla í Eysturoyartunlinum. Men teir fóru kortini túrin. Ein orsøk var forvitni, men ein onnur orsøk var, at teir fegnir vilja hava kjak í lag um møguleikan at súkkla í tunlinum.
Tað er loyvt at súkkla í øllum øðrum tunlunum í Føroyum.
Jákup Petur Eliassen ásannar, at tað er ein ávísur vandi við at súkkla í tunlum, men hann vísir samstundis á, at tað kann vera tryggari at súkla í einum tunli enn úti á vegnum.
Tað er longdin á Eysturoyartunlinum, sum ger, at tað ikki er loyvt at súkkla í tunlinum. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum.