Nýggjárskonsertin hjá FSO veruleiki leygarkvøldið

08.01.2021 - 18:29
List›Tónleikur
Nýggjárskonsertin hjá FSO veruleiki leygarkvøldið
Níggju tónleikarar úr útlondum hava sitið tolnir í sóttarhaldi síðani 29. desember
Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri, aftanfyri leiktjøldini í Norðurlandahúsinum
Mynd: Leivur Thomsen  

Nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri í ár hevur verið tungur burður, tí spurningurin hevur alla tíðina verið, um konsertiin yvirhøvur kundi gerast veruleiki.

Men tónleikarar og leiðsla í orkestrinum eru treisk, og níggju tónleikarar úr útlondum hava - bara í sambandi við hesa konsertina - sitið í sóttarhaldi á Hotel Føroyum og bíðað.

Konsertin í ár verður ikki ein vanlig beinleiðis konsert við áhoyrarum. Talan verður um upptikna sjónvarpssending, sum verður send leygarkvøldið klokkan 19:30.

Hans Petur í Brekkunum greiðir frá um starvið sum stjóri í orkestrinum. Til hesa konsertina er hann ikki bara stjóri, tí Bernhardur Wilkinsson, sum stjórnar orkestrinum til konsertina, hevur yvirtalað Hans Petur at vera partur av saksofonkvartett í einum lagi, sum orkestrið skal framføra leygarkvøldið.

Hans Petur varð stjóri í Føroya Symfoniorkestri 1. november 2019. Hendan nýggjárskonsertin er sostatt hansara næsta við FSO. Vikuskiftissendingin hitti orkesturstjóran í Norðurlandahúsinum stutt áðrenn orkestrið fór undir upptøkurnar til sendingina leygarkvøldið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672