Listaboykottið møtt við tøgn

Listaboykottið møtt við tøgn
Tað er margháttligt, sigur Gunnvá Zachariasen, nú Tjóðpallurin hýsir nýggjum leiki, meðan hon og gott 20 aðrir leikarar boykotta Tjóðpallin
22.01.2021 - 11:30

Tríggir mánaðir eru farnir, síðani 22 sjónleikarar lýstu boykott at vera á Tjóðpallinum orsakað av ónøgd um, at sami stjóri er settur fyri fjórðu ferð.

Men boykottið hevur ikki lagt Tjóðpallin lamnan. Tvørtur ímóti verður lagt seinastu hond á nýggjan leik mannaður við leikarum, sum ikki eru partar av boykottinum.

Gunnvá Zachariasen og hini, sum boykoytta Tjóðpallin, hava tó ikki mist mótið.

Tey hittast javnan á Zoom at stuðla hvørjum øðrum og at tosa um, hvussu tey skipa boykotta.

Hetta eina kvøldið tosaðu tey nógv um ta tøgn, sum tey møta í almenninginum.

Sí alla sendingina Lyst 34

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011