Hvat er ein góður burgari?

22.01.2021 - 18:43
Lívsstílur
Hvat er ein góður burgari?
Jákup Sumberg, høvuðskokkur á Hotel Hilton, gevur her sítt boð upp á rættin
Jákup Sumberg og burgarin
Mynd: Leivur Thomsen  

Hvat er ein góður burgar? Góður spurningur! Men svarið er einfalt sambært Jákupi Sumberg, høvuðskokki á Hotel Hilton. Tvey ting eru, sum eru umráðandi - bollin og kjøtið. Vikuskiftissendingin slapp innan í køkin at síggja og hoyra, hvussu Jákup ger sín burgara. Eini góð ráð eru, sigur Jákup, at tá ið man steikir kjøtið, skal man ikki elta farsið við salti, tí so verður kjøtið til eina frikadellu. Jákup steikir kjøtið ókryddað á einari pannu, so tað fær eina steikiskorpu. Síðani koyrir hann til seinast salt og pipar á. Fyllan í burgaranum er mayonnaise, cheddarostur, súltaðar agurkir og reyðleykur - ikki meir enn tað, tí tú skalt kunna halda burgaranum í hondunum, tá ið tú etur hann, leggur Jákup afturat. Útsendi hjá vikuskiftissendingini slapp at smakka burgaran - og væl smakkaiði. Men hetta er ógviliga feitur matur, nógv smør og mayonnaise eru í, so hetta skal njótast við máta. Hoyr innslagið.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444