Torført at gera niðurstøðu við einum tilburði

bannari
Torført at gera niðurstøðu við einum tilburði
Tey, sum fáa bretska koronufrábrigdið, skulu vera í sóttarhaldi í 14 dagar
 
25.01.2021 - 13:23

Sjúkugongdin hjá tí, sum er smittaður við bretska frábrigdinum av kronasmittuni, er meinlík henni hjá øðrum, sum hava fingið koronusmittuna. 

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, nú bretska frábrigdið eisini er staðfest í Føroyum. 

Landslæknin ger vart við, at tað er torført at gera nakað niðurstøðu út frá einum smittutilburði av bretska frábrigdinum.

14 dagar

Størsti munurin hjá teimum, sum fáa bretska frábrigdið av koronu, er, at tey skulu sita longur í sóttarhaldi, 14 dagar í staðin fyri 10 dagar, sum er tað vanliga. 

Annars broytir tað ikki stórvegis upp á smittustøðuna, at bretska frábrigdið nú er funnið í Føroyum, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, í útvarpinum í gjárkvøldið. 

Í løtuni bendir einki á, at onnur í Føroyum eru smittað við bretska koronufrábrigdinum, siga heilsumyndugleikarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391