Skúlagjaldið í Bretlandi hækkar munandi

26.01.2021 - 14:56
Innlendis›Samfelag
Skúlagjaldið í Bretlandi hækkar munandi
Okkurt dømi er um, at útbúgvingar dýrka 100 prosent, sigur Jørgen Meitilberg, leiðari á Studna
Jørgen Meitilberg er leiðari á Studna

Føroyingar, sum fara undir lestur í Bretlandi eftir summarfrítíðina, skulu gjalda munandi meira í skúlagjaldi.

Í kjalarvørrinum á Brexit, verða føroyingar bólkaðir sum útlendigar, og skulu tí gjalda sum lesandi úr øðrum londum.

Føroyingar, sum fara undir lestur í Skotlandi, fara eisini at merkja broytingar.

50 lesa í Bretlandi

Sambært tølunum hjá Studna, lesa 50 føroyingar í løtuni í Bretlandi, og 13 í Skotlandi.

- Okkurt dømi er um, at útbúgvingin møguliga dýrkar við 100 prosentum. Men enn er vónleyst at siga, akkurát hvussu nógv skulagjøldini fara at hækka.

Tað sigur Jørgen Meitilberg, leiðari á Studna.

Broytingarnar fevna bara um fólk, sum fara undir lestur í Bretlandi og Skotlandi, og ikki tey, sum longu eru undir lestri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392