Hótta við at fara í rættin við Fjarhitafelagnum

29.01.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Hótta við at fara í rættin við Fjarhitafelagnum
Viðskiftafólk eru sera misnøgd við prísin fyri fjarhita
Húsarhald, sum eru knýtt upp í fjarhitaskipanina, siga, at tey gjald alt ov nógv fyri fjarhitan

Viðskiftafólkini hjá Fjarhitafelagnum í Havn hótta við at draga felagið í rættin.

Fjarhitafelagið, sum Tórshavnar kommuna og SEV eiga, heldur ikki sáttmálatreytirnar um, at gjaldið fyri orkuna frá Fjarhitafelagnum ongantíð skal vera hægri enn oljuprísurin.

Prísurin á fjarhitanum er hækkaður nógv seinastu tíðina, og í løtuni gjalda húsarhaldini í Havn, sum eru knýtt upp í fjarhitaskipanina, millum 17 og 20 prosent ov nógv, sambært brúkarafelagnum Skynsamur Fjarhiti.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, sigur í samrøðu við in.fo, at prísirnir eru kanska hækkaðir ov lítið. Hann vísir á, at summi fara at fáa pengar aftur fyri árið í fjør.

Stjórin í Fjarhitafelagnum sigur eisini við in.fo, at prísurin á olju og prísurin frá fjarhitafelagnum fylgjast at.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173