Ókent verk hjá Mozart komið undan kavi

29.01.2021 - 18:52
Lívsstílur
Ókent verk hjá Mozart komið undan kavi
Klaverspælarin Jóhannes Andreassen greiðir frá um stórhendingina, umframt at hann spælir verkið
Jóhannes Andreassen til reiðar við klaverið at framføra nýfunna Allegro í D eftir Wolfgang Amadeus Mozart
Mynd: Leivur Thomsen  

Wolfgang Amadeus Mozart sendi einaferð eitt bræv til systrina við einum klaverstykki, hann júst hevði skrivað. Gamaní fekk hon brævið, og sonur Mozart skuldi fáa tað frá henni - men hvussu er og ikki, so varð stykkið ongantíð framført - t.v.s. ikki fyrr enn nú, 265 ár eftir at tónaskaldið varð føtt. Tað var Suðurkoreanski klaverleikarin Seong-Jin Cho, sum mikudagin 27. januar á føðingardegi tónaskaldsins spældi verkið í beinleiðis stroyming hjá Deutsche Grammophon. Sagt verður um verkið, at tað varð skrivað í 1773, tá Mozart var 17 ára gamal. Mozart var tá staddur í Italia. Klaverleikarin Jóhannes Andreassen fekk fatur í nótunum seint hóskvøldið fyri, hetta innslagið skuldi gerast, og longu fríggjamorgunin kl. 10 sat hann klárur við klaverið í Tórshavnar Musikkskúla at spæla forvitnisliga nýfunna verkið eftir Wolfgang Amadeus Mozart. Jóhannes hevði sostatt ikki havt góða tíð til at venja stykkið, men professionellur, sum hann er, spældi hann verkið leikandi lætt - prima vista - fyri bæði Vikuskiftissendingini og føroya fólki. Hoyr Jóhannes greiða frá og spæla Allegro í D eftir Wolfgang Amadeus Mozart.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234