Bjóða út grundstykki til íbúðarbygging

Bjóða út grundstykki til íbúðarbygging
Runavíkar kommuna bjóðar út sjey stór grundstykki í Leitinum í Saltangará til íbúðarbygging
 
11.02.2021 - 09:18

Bygningarnir skulu minsta lagi vera í trimum hæddum. 59 stykki eru í útstykkingini í Leitinum til sethús, og so eru sjey stór stykki.

Stóru stykkini eru millum 1.200 og 1.800 fermetrar, tilsamans 10.500 fermetrar, og tey eru ætlað til íbúðir.

Ein treyt er, at íbúðarbygningarnir skulu hava parkeringarkjallara. Ein onnur treyt er, at arbeiðast skal við alternativari hitaskipan, so sum jarðhita.

Grundstykkini kosta 750 krónur fyri fermeturin. Harumframt skulu 20.000 krónur gjaldast fyri hvørja búeind, tá ið byggiloyvið verður avgreitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763