Fróði Hansen við nýggjum sangi....og eftirlýsing

12.02.2021 - 19:26
ListTónleikur
Fróði Hansen við nýggjum sangi....og eftirlýsing
Við nýggjum sangi nýtir Fróði høvið til at eftirlýsa gittaran hjá pápa sínum
Fróði Hansen
Mynd: Leivur Thomsen  

Fróði Hansen er sonur Hans Karl Hansen, sála. Hans Karl spældi gittar í bólkinum Straight Ahead, og nú eftirlýsir Fróði gittaran, sum pápin brúkti til at innspæla tiltiknu "veðraplátuna". Talan er um ein "trælittan" Fender Stratocaster við svartari slagplátu. Hevur tú kennskap til gittaran, kanst tú venda tær til Fróða ella seta teg í samband við Leiv Thomsen á leivurt@kvf.fo. Sí mynd niðanfyri av Hans Karl við gittaranum. Fróði greiðir í innslagnum frá nýggjum lagi, sum hann kallar "Sirius Sirius". Sangurin er bæði uppkallaður eftir syni Fróða, sum eitur Sirius, og einum lagi hjá Straight Ahead, har pápin spældi solo. Hoyr Fróða greiða frá um samstarvið við heimskendan framleiðara. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523