Vilja hava tvískattavtalur og hagtøl

Vilja hava tvískattavtalur og hagtøl
1400 fólk arbeiða í shippingvinnuni í Føroyum, og umsetningurin er eina milliard krónur um árið
15 feløg er í Reiðarafelagnum fyri farmaskip, og tey eiga 73 skip
 
16.02.2021 - 09:11

Ov fáar tvískattaavtalur og ov fá hagtøl eru eitt haft um beinini hjá shippingvinnuni í Føroyum.

Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Reiðarafelagnum fyri handilsskip fyri 2020.

Tvískattaavtalur eru neyðugar fyri, at føroysk reiðarí kunnu vera kappingarfør og bjóða seg fram kring allan heimin.

Føroyar hava nakrar fáar tvískattaavtalur, men eingin er komin aftrat seinastu mongu árini.

Í november í fjør bað Reiðarafelagið fyri handilsskip løgmann, landsstýrismannin í fíggjarmálum og landsstýrismannin í vinnumálum koma á fund um tvískattaavtalur. 

Eftir fundin sendi felagið landsstýrinum ein raðfestingarlista, sum Fíggjarmálaráðið skuldi hyggja at.

1400 fólk í vinnuni

Hagtølini, sum siga, hvussu nógvar shippingtænastur verða útfluttar, eru ikki dagførd síðani 2017, sigur Reiðarafelagið fyri handilsskip.

Nú arbeiða yvir 1.400 fólk í shippingvinnuni í Føroyum, 273 á landi og 1.181 á skipunum, minna helvtin, 504, eru føroyingar.
 
15 feløg eru í Reiðarafelagnum fyri handilsskip. Tey eiga 73 skip.

Umsetningurin ein milliard

Umsetningurin er yvir eina milliard krónur um árið.

Reiðarafelagið fyri handilsskip fer nú undir samráðingar við manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fara úr gildi 1.mars.

Níggju sáttmálar eru.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158