- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsbankin og Búskaparráðið vera ikki óheft
Búskaparráðið tekur undir við landsbankastjóranum, sum hevur sagt, at Landsbanki Føroya og Búskaparráðið kunnu ikki virka óheft, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fremur ætlaðu bygnaðarbroytingarnar, har hann einsamallur velur nevndina, og at stovnurin skal beinleiðis á fíggjarlógina.
Í hoyringarskrivi til uppskotini hjá Jørgeni Niclasen um ætlaðu bygnaðarbroytingar av Landsbankanum og Búskaparráðnum, ger Búskaparráðið greitt, at Landsbankin og Búskaparráðið kunnu ikki liva upp til ásetingarnar í grein eitt í viðtøkunum um óheftar búskaparfrágreiðingar.
Búskaparráðið sigur soleiðis í hoyringarskrivinum:
"Búskaparráðið metir ikki Landsbanka Føroya ella Búskaparráðið eftir hesum broytingaruppskoti kunna virka
óheft av politisku skipanini, um Landsbankin verður ein almennur stovnur við rakstrarjátttan á fíggjarlógini,
og um nevndin verður beinleiðis tilnevnd av landsstýrismanninum.
Somuleiðis kann Føroya Váðaráð, ið hoyri undir Landsbanka Føroya, við landsbankastjóranum sum
formanni, við hesi lógarbroyting heldur ikki longur metast at vera óheftur myndugleiki."
Haraftrat verður dentur lagdur á, at:
"Tá Landsbankin varð endurstovnaður í 2016 bygdu fyrireikingarnar nógv á arbeiðið í ES at styrkja eftirlitið og
ráðgevingina um fíggjar- og búskaparviðurskifti. Váðaráðið varð eitt úrslit av hesum fyrireikingum, men
eisini sjálvstøðið og robustleikin í óheftni við stórum valdi til at fíggja raksturin og hátturin at velja nevnd og
skipan av landsbankanum annars, vórðu úrslit av hesum fyrireikingum.
Búskaparráðið hevur altso tað fatan, at hesi viðurskifti eiga at vera varðveitt."
Strika kravið um kandidatútbúgving
Búskaparráðið finst eisini at, at verður lógaruppskotið hjá Jørgeni Niclasen veruleiki, verður kravið um eina kandidatúbúgving í búskaparfrøði strikað fyri nevndarlimir í Búskaparráðnum.
"Bæði búskaparráð og landsbankanevnd eiga at vera mannað av limum, ið hava fakligar førleikar til at
røkja uppgávurnar hjá ávikavist búskaparráði og landsbankanevnd. Hava valdu nevndarlimirnir ikki neyðuga
fakliga bakgrund, er vandi fyri, at sparringin millum nevnd og stjórn í Landsbankanum fylgir øðrum, enn
fakligum kriterium, t.d. politiskum," skrivar Búskaparráðið í hoyringarskrivinum.
Umframt at átala avgerðina um at strika fakligu fBrleikarnar, ger búskpaarráðið vart við, at tað er ikki skilagott, at somu persónar sita í bæði nevnd Landsbankans og í Búskaparráðnum.
"Landsbankin og Búskaparráðið eru stovnar, sum eru ymiskir á ein týðandi hátt. Í Landsbankanum hevur
nevndin í stóran mun strategiska og fíggjarliga ábyrgd, meðan stjórnin hevur dagligu og fakligu ábyrgdina og
umboðar Landsbankan úteftir. Sparringin millum nevnd og stjórn er týðandi faktorur í at menna
Landsbankan. Í Búskaparráðnum gera ráðslimirnir týðandi part av konjunkturmetingunum og
ráðsformaðurin umboðar ráðið úteftir. Tað er tí ikki skilagott, at somu persónar sita í bæði nevnd
Landsbankans og í Búskaparráðnum. Tað kann oyðileggja báðar stovnarnar. Hinvegin kann tað virka væl, um
landsbankanevnd og búskaparráð ikki eru samanfallandi, tí tey hava hvør sína uppgávu", stendur millum annað í skrivinum.
Hinvegin heldur Búskaparráðið, at Landsbankin og Búskaparráðið kunnu styrkja hvørt annað, um skrivstova Búskaparráðsins liggur í Landsbankanum sum sjálvstøðugt arbeiðsøki, men bara, um nóg nógv arbeiðsorka verður løgd í arbeiðsøkið.