Allir kokkalærlingar fara til Danmarkar

Allir kokkalærlingar fara til Danmarkar
Verða øll fýra skúlaskeiðini tikin í Danmark, kosta tey 10.400 kr. fyri hvønn lærling í ferðaendurgjaldi úr landskassanum
10 kokkalærlingar gjørdu sáttmála í fjør. Allir lærlingar fara til Danmarkar á skúla
 
17.02.2021 - 09:56

Hóast kokkaskúli er í Klaksvík, fara allir kokkalærlingar í Føroyum í skúla í Danmark. Tað staðfestir Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.

10 lærusáttmálar vórðu gjørdir í fjør. Verða øll fýra skúlaskeiðini tikin í Danmark, kosta tey 10.400 krónur fyri hvønn lærling í ferðaendurgjaldi úr landskassanum.

Skúlaskeiðini eru tilsamans 47 vikur. 30 teirra kunnu takast í Klaksvík.

Fá brúka skúlan í Klaksvík

Men sera fáir lærlingar brúka kokkaskúlan í Klaksvík, sum fekk nýggj høli til matvøruútbúgving í 2016.

Yrkisdepilin fer nú at lýsa, hvørjar avbjóðingar vinnan heldur eru við verandi útbúgving, og um møguligar tillagingar skulu gerast. 

Vísir tað seg, at matvøruútbúgvingin í Tekniska skúla í Klaksvík kann uppstigast, so øll útbúgvingin kann takast í Føroyum, verður hetta viðgjørt við vælvild, sigur Jenis av Rana.

Møguliga kann játtanin hækka, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770