Fyrsta orglið sum fyrsta dagin

17.02.2021 - 13:58
Lívsstílur
Fyrsta orglið sum fyrsta dagin
Oddvør spælir hvønn dag upp á pípuorglið, sum pápin bygdi í 1965
Oddvør Johansen við orglið, sum pápi hennara bbygdi í 1965
Mynd: Leivur Thomsen  

Verland Johansen var orgulbyggjari. Hann bygdi í sínari tíð umleið 20 orgul til ymsar kirkjur í Føroyum. Fyrsta orglið bygdi hann í 1965. Tað stendur í dag í einum lítlum úthúsi heima hjá dóttur hansara Oddvør Johansen á Hálsi í Havn. Oddvør hevur arbeitt sum orgulspælari og er nú vikarur í ymsum kirkjum. Verða boð eftir henni, er hon klár. Sum hon sigur, er tað umráðandi at vera væl fyri at spæla. Sostatt venur Oddvør seg hvønn dag á orglið, sum pápi hennara einamest bygdi til stuttleika, og hon fær stóra gleði av hesum. Tað merkisverda er, at orglið riggar sum fyrsta dagin, hóast tað so at siga blivið spælt uppá hvønn dag. Handverkið hjá Verland Johansen er framúr. Alt orglið er úr træ, bæði húsi, tangentar og pípur. Hoyr Oddvør greiða frá um pápan og orglið. Eisini letur hon okkum hoyra hetta merkisverda, søguliga ljóðføri. Sí myndir niðanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449