Tað var bretska koronufrábrigdið

bannari
Tað var bretska koronufrábrigdið
Fólk, sum sótu nær tí smittaða í flogfarinum, eru biðin um at lata seg kanna fjórða dagin
Nú er staðfest, at tað var bretska frábrigdið av koronu, sum varð funnið á flogvøllinum sunnudagin
Mynd: Savnsmynd (Bjarni Árting Rubeksen)  
 
18.02.2021 - 11:23

Nú er staðfest, at tað er bretska frábrigdið av koronu, sum varð funnið á flogvøllinum í Vágum sunnudagin.

Fyrsta kanningin, tann á flogvøllinum, vísti seg at vera veikt positivt. Nýggj kanning varð gjørd mánadagin. Og tá var eingin ivi, sigur landslæknin.

Øll ferðafólkini, sum vóru við flogfarinum sunnudagin, eru kunnað og mint á tilmælini um heimauppihald. Landslæknin hevur eisini biðið tey um at vera sera ansin næstu dagarnar.

Kanna seg fjórða dagin

Afturat vanligu tilmælunum eru fólkini, sum sótu nær tí smittaða, biðin um at lata seg kanna fjórða dagin. 

Bretska frábregdið er staðfest einaferð áður í Føroyum.Tað er ikki so løgið, at bretska frábregdið nú kemur til Føroya. Tí tað er nógv tað mest vanliga í Danmark.

Onnur tiltøk enn tey, sum longu eru sett í verk, verða ikki gjørd, nú tað er staðfest, at bretska frábrigdið fyri aðru ferð er komið til Føroya, sigur landslæknin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493