Korona: Danmark letur kanska uppaftur

bannari
Korona: Danmark letur kanska uppaftur
dag fáa flokkarnir í fólkatinginum eina meting frá einum serfrøðingabólki um, hvørji tiltøk kunnu setast úr gildi
Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, sigur, at Danmark verður ikki afturlatið ein dag longur enn neyðugt
 
22.02.2021 - 09:03

Mikudagin fer danska stjórnin at boða frá, um tað er ráðiligt at seta onkur koronutiltøk úr gildi.

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, sigur, at stjórnin ætlar ikki at hava samfelagið afturlatið ein dag longur enn neyðugt.

Í dag fáa flokkarnir í fólkatinginum eina meting frá einum serfrøðingabólki um, hvørji tiltøk kunnu setast úr gildi.

Handlar og skúlar

Serfrøðingarnir skulu siga, hvørjar avleiðingar tað fær fyri smittutrýstið, um t.d. handlar lata uppaftur og fleiri næmingar sleppa aftur í skúla.

Í morgin fara heilsumálaráðharrin og løgmálaráðharran at hitta floksleiðararnar í fólkatinginum, har teir viðgera útrokningarnar frá serfrøðingabólkinum.

Og mikudagin verður so kunngjørt fyri almenninginum, hvørji stig verða tikin. Ella um nakað verður gjørt yvirhøvur.

Ætlanin er at lata danska samfelagið uppaftur í stigum, um tað er heilsufakliga ráðiligt, sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri. 

Koronupass í Ísrael

Ísrael tók í gjár fyrstu stigini at lata samfelagið uppaftur. Tey, sum eru koppsett, ella eru vorðin frísk av koronu, fáa eitt serligt pass.

Koronupassið gevur atgongd til ymisk mentanartiltøk, venjingarmiðstøðir, svimjihallir, gistingarhús og synagogur.

Fyrst í mars er ætlanin, at passið eisini skal geva atgongd til matstovur og skeinkistøð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025