Sjey fólk hava ongastaðni at fara

Sjey fólk hava ongastaðni at fara
Fýra av teimum sjey, sum eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi, eru 67 ár og eldri
Í fjør hýstu sjúkrahúsini 44 fólkum, sum vóru liðugt viðgjørd. Í løtuni eru sjey liðugt viðgjørd fólk framvegis á sjúkrahúsi
 
03.03.2021 - 09:11

Hóast fólk eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi, vera tey verandi har, tí tey hava ongastaðni at fara.

Í løtuni eru sjey fólk í føroysku sjúkrahúsunum, tí tey hava onga aðrastaðni at fara. 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Fýra av teimum sjey fólkunum eru 67 ár ella eldri.

44 fólk í fjør

Í fjør hýstu sjúkrahúsini 44 fólkum, sum annars vóru liðugt viðgjørd. Tey høvdu 1101 dagar.  

Frá 1.januar til 18.februar í ár hava tey verið 18, tilsamans høvdu tey 381 dagar í sjúkrahúsunum. 

Tey, sum eru undir 67 ár, hava verið upp í 281 dagar í sjúkrahúsi eftir, at viðgerðin har var liðug.

Miðaltalið er 68 dagar.  Tey, sum eru 67 ár ella eldri, hava verið í sjúkrahúsi upp í 88 dagar.

Har er miðaltalið 15 dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777