Broytingar í ferðaætlanini farnar til hoyringar

Broytingar í ferðaætlanini farnar til hoyringar
Leið 400 fer aftur at koyra millum Klaksvík og Tórshavn gjøgnum Sundalagið, sum tann leiðin gjørdi, áðrenn Eysturoyartunnilin læt upp
Leið 450 fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, úr Havn til Strendur og Runavíkar og aftur til Havnar sjey ferðir um dagin gerandisdagar. Koyrt verður eisini um vikuskiftið
 
03.03.2021 - 14:51

Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður nú broytt eftir atfinningarnar, sum hava verið frammi, síðani Eysturoyartunnilin læt upp.

Strandferðslan ásannar, at ferðslumynstrið er broytt, og at stovnurin tískil má broyta leiðirnar, sum koyra millum Havnina og økini norðan fyri høvuðsstaðin.

Leið 400 fer aftur at koyra millum Klaksvík og Tórshavn gjøgnum Sundalagið, sum tann leiðin gjørdi, áðrenn Eysturoyartunnilin læt upp.

Snarleið

Ein nýggj snarleið, leið 401, fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin á morgni og seinnapart millum Klaksvík og Tórshavn, og steðgað verður eftir ætlan í Leirvík, Gøtudali og Runavík.

Leið 450 fer at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, úr Havn til Strendur og Runavíkar og aftur til Havnar sjey ferðir gerandisdagar. Tann leiðin fer eisini at koyra um vikuskiftið.

Broytingarnar á leiðunum koma eftir ætlaní gildi 1. apríl, og almenningurin kann gera viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar til 17. mars, sigur Strandferðslan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303