Eitt ár síðani fyrsta koronutilburðin

bannari
Eitt ár síðani fyrsta koronutilburðin
232.307 kanningar eru gjørdar, og í løtuni er eingin smittaður
Higartil eru 232.307 koronukanningar gjørdar í Føroyum
 
04.03.2021 - 09:35

Í dag er eitt ár, síðani korona kom til Føroya. 4.mars í fjør varð boðað frá fyrsta koronutilburðinum í Føroyum.

Tann smittaði maðurin, sum býr í Hoyvík, var í París á einari ráðstevnu, og kom aftur til Føroya 24.februar.

658 fólk, sum búgva í Føroyum, hava verið smittað. Eitt fólk er deytt við koronu. Nú er eingin smittaður, og eingin er longur í sóttarhaldi.

7.000 eru koppsett

Seinasti tilburður í Føroyum varð funnin 15.februar. 232.307 kanningar eru gjørdar í Føroyum.

7.041 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum. 4.211 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. Hetta svarar til 7,9 prosent av fólkinum. 

2.830 fólk hava fingið seinna prikið. Tey eru 5,3 prosent av fólkinum í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949