ES umhugsar at brúka russiskt koppingarevni

bannari
ES umhugsar at brúka russiskt koppingarevni
Verður tað gjørt, kann Russland veita ES-londunum heilar 50 milliónir skamtar av koppingarevni longu í juni
Heilivágsstovnurin í ES eftirkannar nú russiska koppingarevnið Sputnik 5
 
04.03.2021 - 10:21

Russiska koppingarevnið fyri koronu, Sputnik-5, verður møguliga góðkent at brúka í Evropasamveldinum. 

Tað upplýsir evropeiski heilivágsstovnurin EMA, sum av sínum eintingum er farin at eftirkanna hetta koppingarevnið.

Sambært tíðindastovuni Reuters kann tað merkja, at fleiri ES-lond fara at góðkenna Sputnik-koppingarevnið longu í mars mánaði.

Koppingarevnið longu brúkt í ES-londum

Góðkenna fleiri ES-lond koppingarevnið, so kann Russland veita ES-londunum heilar 50 milliónir skamtar av koppingarevni longu í juni.

Sputnik-koppingarevnið verður longu brúkt í fleiri ES-londum, eitt nú Ungarn, sjálvt um tað ikki er góðkent av ES.

Norska kringvarpið skrivar, at verður Sputnik-koppingarevnið góðkent í ES, so verður tað væntandi eisini góðkent at brúka í Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744