Kina økir játtanina til hermegi

Kina økir játtanina til hermegi
Tað er bara USA, sum brúkar meira pening til hermegi, eftir at kinverjar hava hækkað játtanina
 
05.03.2021 - 08:20

Kina økir játtanina til hermegina við heili 6,8 prosentum í ár. Sambært fíggjarmálaráðnum í Beijing verða í ár brúktar 1.305 milliardir krónur, í okkara peningi, til hermegina.

Tað er bara USA, sum brúkar fleiri pengar til hermegina enn Kina. Eisini í fjør økti Kina sína játtan til hermegina munandi - tá var økingin 6,6 prosent í mun til árið fyri.

Kina hevur sett sær sum mál at nútímansgera alla hermegina áðrenn 2027, og í seinasta lagi í 2050 skal kinesiska hermegin vera á hædd við hermegina hjá USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Gudstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Gudstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335