Uni og Sámal saman aftur eftir 19 ár

12.03.2021 - 21:43
Lívsstílur
Uni og Sámal saman aftur eftir 19 ár
Blaðungur fór Uni Debess á pall saman við Sámali Ravnsfjall umborð á Norrønu fyri 19 árum síðani. Nú hittast teir aftur á Velbastað
Uni og Sámal á bylgjulongd
Mynd: Leivur Thomsen  

Um vikuskiftið fara Uni Debess og Sámal Ravnsfjall á pall í hvør sínum staði í landinum - Sámal skal spæla í Reinsaríinum, meðan Uni fer á pall í Salt í Suðuroy. Teir báðir hava mangan staðið á palli saman. Men tað er langt síðani, 19 ár. Hetta var ein sera lærurík tíð, heldur Uni, og loksini heima í stovuni hjá Sámali á Velbastað tríva teir nú í ein góðan blúsara hjá Gerry Rafferty. Umframt tónleik snýr prátið seg um púra vanlig ting, kaffi, stórhval og fjallgongd. Sámal vísir okkum ein løgnan sang hjá einum ein kanadiumanni, sum syngur um ikki at fara til Klaksvíkar. Hetta innslagið er longra versiónin av klipta innslagnum í útvarpssendingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824