Rebekka Skaale

Rebekka Skaale
Rebekka arbeiður í eini vøggustovu, dámar væl at matgera og at drekka kaffi saman við vinkonunum. Eisini gongur hon høgt upp í sín klædnastíl.
Mynd: Annika Leifsdóttir  
 
13.03.2021 - 16:40

Hvussu vildi tú lýst tín klædnastíl við 3 orðum?

Gentuligur, litríkur og skiftandi.

Hvar finnur tú íblástur til tín klædnastíl?

Eg fái íblástur til mín klædnastíl ymsa staðni frá. Eitt nú frá influensarum á netinum. Eisini fái eg íblástur frá fólki rundan um meg, úr klædnahandlum og úr nærumhvørvinum, ið eg ferðist í til dagligt.

 

 ‘’Tað er stuttligt at síggja, hvussu ymiskt fólk klæða seg og seta klæðir saman við smyrsli, hári, smúkkum og tílíkum.’’ sigur Rebekka.

 

Hvat eru trý ting, ið tú altíð hevur í lummunum/taskuni?

Pengamappu, neglatól og hándspritt.

 

Hvar dámar tær best at keypa klæðir?

Eg keypi mest klæðir í SMS, annars keypi eg klæðir tá eg ferðist, og av og á í endurnýtsluhandlum.

 

Hvat er títt yndis plagg?

Eg havi so nógv pløgg, ið eg eri glað fyri, tó gangi eg í løtuni serliga nógv í mínum ljósabrúna hettutroyggju- og buksusetti frá Jacqueline de Yong. Tað er fjálgt og mjúkt at vera í, og samstundis ómakaleyst at fáa at síggja gott út.

 

Hvat er eitt plagg/tilhoyr, ið hevur serligan týdning fyri teg?

Ein smúkka, ið eg eri sera glað fyri, er mín vakri silvurringur, ið hevur eitt krosskastað snið. Eg eri glað fyri hann, tí at eg fekk hann í gávu frá sjeikinum, ið sjálvur hevði valt og keypt ringin. Og so er ringurin bara so elegantur.

Hvørji eru tíni ráð til onnur, ið ynskja at finna sín egna klædnastíl?

Lat teg í klæðir, ið gera teg glaða/n. Nýt litir, ið tær dámar, og klæðir tú kennir teg væl í. Royn at lata verða við at hugsa um, hvat onnur halda, tí tað, ið hevur størstan týdning, er at tú sjálv/ur er glað/ur!

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. august
Morgunlestur leygardagur 31. august 2024
179487
Fríggjadag 30. august
Vikuskiftið 30 august 2024
179942
Fríggjadag 30. august
Breddin: Vakmyndatól og kvinnufráflyting
179919
Fríggjadag 30. august
Morgunlestur fríggjadagur 30. august 2024
179482
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179948
Fríggjadag 30. august
Veðrið
179943
Hósdag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179895
Týsdag 27. august
Olaf & trappan - teknmálstulkað
150041
Týsdag 27. august
Veðrið - teknmálstulkað
179740