100 fólk koppsett, sum ikki áttu tørn

bannari
100 fólk koppsett, sum ikki áttu tørn
Talan var um avlopsskamtar, sum vórðu brúktir, í staðin fyri at fara til spillis, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Sjúkrahúsverkið hevði hevði avbjóðingar við koppsetingini í byrjanini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
 
17.03.2021 - 09:35

Okkurt um 100 fólk eru koppsett, hóast tey sambært koppsetingarætlanini í kunngerðini um koppseting ikki áttu tørn.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Ingilín D. Strøm, løgtingskvinnu. 

Talan er um avlopsskamtar, sum eru brúktir, í staðin fyri at fara til spillis.

80 heilsustarvsfólk eru koppsett, tey skuldu kortini koppsetast sambært ætlanini.  20 fólk eru koppsett, sum ikki áttu at verið koppsett fyri koronu enn sambært koppsetingarætlanini.

Hetta var í tíðarskeiðinum 30.desember til 2.februar.

Tagnarskylda

Sjúkrahúsverkið kann ikki upplýsa, hvørji hesi fólkini eru. Tí forðar tagnarskyldan fyri. 

Kaj Leo Johannesen sigur, at Sjúkrahúsverkið hevði nakrar avbjóðingar við koppsetingini í byrjanini. 

Millum annað kom tað óvart á, at Sjúkrahúsverkið fekk so nógvar skamtar úr hvørjum hettuglasi.

Harafturat vóru dagar, har sum serliga nógv avboð vóru. 

Sjúkrahúsverkið hevði heldur ikki í fyrstani fullfíggjað yvirlit um tey, sum skuldu koppsetast. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037