Steintóra avloysir Hera sum sóknarprest

Steintóra avloysir Hera sum sóknarprest
Heri Joensen fer í lestrarfarloyvi, og Steintóra Gleðisheygg Joensen verður virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi
Steintóra Gleðisheygg Joensen avloysir Hera Joensen sum sóknarprest frá 15. apríl til 31. juli
 
23.03.2021 - 15:49

Steintóra Gleðisheygg Joensen er sett sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi frá 15. apríl - 31. juli í ár, meðan Heri Joensen, prestur, er í lestrarfarloyvi.

Steintóra er ættað úr Vági, og hevur lisið gudfrøði á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Treytað av, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum gevur loyvi til prestvígslu, verður Steintóra Joensen prestvígd í Dómkirkjuni sunnudagin 11. apríl.

Og sunnudagin eftir, skipar dómprósturin komandi prestin í kallið við gudstænastu í Vesturkirkjuni, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928