Apoteksverkið fær ikki pening til koppingarevni

Apoteksverkið fær ikki pening til koppingarevni
Galdandi skipan við danir riggar væl, og eingin orsøk er at broyta hana, siga samgonguflokkarnir og Sjálvstýri
Framsókn eigur uppskotið um at játta Apoteksverkinum níggju milliónir kr. at keypa koppingarevni fyri koronu
 
24.03.2021 - 08:43

Samgongan og Sjálvstýri taka ikki undir við at lata Apoteksverkinum níggju milliónir krónur til at keypa koppingarevni fyri koronu.

Tey siga, at verandi avtala við danir riggar væl, og tí er eingin orsøk at broyta hana.

Framsókn eigur uppskotið um milliónirnar til Apoteksverkið.

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Framsókn og Tjóðveldi, taka undir við uppskotinum.

Tríggjar milliónir

Ein annar minniluti, Javnaðarflokkurin, tekur eisini undir við uppskotinum, men við teirri treyt, at tríggjar milliónir, ikki níggju, verða játtaðar. Hetta fyri at tryggja, at Apoteksverkið kann keypa koppsetingar, um høvi býðst. Um høvi ikki býðst, fella pengarnir aftur til landskassan.

Samstundis heitir Javnaðarflokkurin á landsstýrið um at lata tríggjar milliónir krónur afturat til menningarhjálp, so fátækasti parturin í heiminum kann keypa koppingarevni.

Á tingfundinum í dag kl.11.00 eru munnligir fyrispurningar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234