Hava fingið prinsipielt loyvi at seta krossin upp

24.03.2021 - 14:58
InnlendisSamfelag
Hava fingið prinsipielt loyvi at seta krossin upp
Krossurin verður 17 metrar høgur, og hann fer at kosta millum fýra og fimm milliónir kr.
Ovi Brim, sóknarprestur, er ein av teimum, sum hava tikið stig til krossin á Høganesi

- Stigtakararnir hava fingið prinsipielt loyvi at krossin upp á Høganesi.

Tað sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, eftir at stóra verkætlanin varð løgd fram á Toftum í gjárkvøldið.

Enn er málið ikki liðugt viðgjørt, men sjálvur er nývaldi borgarstjórin í Nes kommunu fyri at seta krossin upp.

Millum fýra og fimm milliónir

Ovi Brim, sóknarprestur, sigur, at listarverkið, sum Tróndur Patursson skal gera, verður mett at kosta millum fýra og fimm milliónir kr.

Vit hava eisini verið við mikrofonini og fregnast, hvat fólk halda um ætlanina við krossinum á Høganesi.

Tosað varð við Siggu Skoradal, sum býr í Saltnesi, Leiv á Torkilsheyggi av Nesi, Hera Hansen av Toftum og Jákup Zacharias Davidsen úr Skálafirði.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136