- Tíðindi, mentan og ítróttur
Michelinkokkur etur sjáldan ræstan fisk heima
26.03.2021 - 18:10
Lívsstílur
Michelinkokkur etur sjáldan ræstan fisk heima
Men tá ið hann veruliga fer í gongd við at gera hendan rættin, brúkar hann bæði pinsett og gasbrennara

Poul Andrias Ziska í køkinum í hugnaligu húsunum í Hornabø
Mynd: Leivur Thomsen
Poul Andrias Ziska, Rakul og teirra trý børn búgva í Hornabø í húsum, sum tey fluttu í fyri trimum árum síðani. Hóast Poul Andrias er tvístjørnaður michelin-kokkur og gongur høgt upp í føroyska kókilist, ger hann sjáldan - fyri ikki at singa aldrin - ræstan fisk við hús. Hetta er meiri nakað, man fær, tá man fer at vitja verforeldrini, heldur Poul Andrias, sum kortini dámar sera væl ræstan fisk. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá stjørnukokkinum í Hornabø. Sum nakað forkunnugt gjørdi Poul Andrias Ziska ræstan fisk upp á ein heilt serligan máta. Hoyr innslagið her.



Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV











