Myanmar: Minst 100 mótmælisfólk dripin leygardagin

Myanmar: Minst 100 mótmælisfólk dripin leygardagin
Harðir samanbrestir hava verið millum trygdardeildir og mótmælisfólk, síðani herurin tók valdið í landinum fyri skjótt tveimum mánaðum síðani
Mótmælisfólk gera seg til reiðar at skjóta við boga og pílum eftir løgregluni í samenbrestum í Thaketa í Yangon leygardagin
Mynd: AP  
 
28.03.2021 - 14:51

Trygdardeildir í Myanmar drupu í minsta lagi 100 mótmælisfólk í gjár, skrivar Reuters, sum endurgevur miðlar í Myanmar.

ST-aðalskrivarin, António Guterres, sigur, at drápini kunnu ikki góðtakast. Harðir samanbrestir hava verið millum trygdardeildir og mótmælisfólk, síðani herurin tók valdið í landinum 1. februar.

Meting: Umleið 300 mótmælisfólk dripin

Herurin ávaraði frammanundan um, at mótmælisfólk fóru at verða skotin, um tey ikki gevast við mótmælunum. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, rósti fólkinum í Myanmar fyri at berjast móti hernaðarstýrinum.

Vit eru skelkað av blóðbaðnum, sum trygdardeildir í Myanmar fremja, og sum vísa, at hernaðarstýrið ofrar mannalív fyri at tæna teimum fáu, skrivar Antony Blinken á Twitter.

Hildið verður, at herurin hevur dripið umleið 300 mótmælisfólk, síðani hann tók valdið í Myanmar 1. februar. Myanmar er fyrrverandi Burma, og landið broytti navnið í 1989.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244