Skjóta dómin inn fyri landsrættin

08.04.2021 - 12:47
Innlendis›Samfelag
Skjóta dómin inn fyri landsrættin
Ákæruvaldið fer at kæra dómin í stóra pedofilimálinum, tí ivi er um, um herðingin í donsku revsilógini er við í tí føroysku.

Ákæruvaldið skjýtur dómin í stóra pedofilimálinum inn fyri landsrættin.

Føroya rættur dømdi í síðstu viku 42 ára gamla Kim Anders Olai Nielsen trý ára fongsulsrevsing fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir.

Dómurin í Føroya rætti stendur ikki mát við tað, sum ákæruvaldið kravdi áðrenn rættarmálið móti nú dømda manninum byrjaði.

Ákæruvaldið kravdi, at maðurin varð dømdur til forvaring, og at hann ikki skuldu latast leysur aftur, fyrr enn greitt var, at hann ikki kundi gera seg inn á fólk. Og í øðrum lagi kravdi ákæruvaldið fongsulsrevsing í átta ár.

Tað er millum annað tí, at málið nú skal roynast í landsrættinum, sigur Mads Strandberg Petersen, ákærufulltrúi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120