SEV: Vindmyllulund verður dýr fyri brúkaran

10.04.2021 - 15:13
Innlendis›Pengar
SEV: Vindmyllulund verður dýr fyri brúkaran
Nýggja vindmyllulundin í Hoyvíkshaganum fer at seta elskipanina undir óneyðuga stórt trýst og kosta brúkarunum dýrt, sigur nevndarformaðurin í SEV

Vindmyllulundin, sum Umhvørvisstovan hevur givið loyvið til í Hoyvíkshaganum, fer at seta elskipanina undir óneyðuga stórt trýst. Tað sigur nevndarformaðurin í SEV, Kári Johansen. SEV kærdi í mars avgerðina hjá Umhvørvisstovuni at lýsa nýtt vindorkuútboð í Hoyvíkshaganum.

Fyrradagin kunngjørdi Umhvørvisstovan, at Vindrøkt fær loyvi at framleiða el við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum.

Sambært Johan í Nirðristovu, so fara vindmyllurnar at kunna framleiða 100 gw tímar um árið, sum svarar til samlaðu elnýtsluna hjá øllum húsarhaldum í Føroyum.

Kæran hjá SEV fær ikki ávirkan á fyrireikingarnar hjá Vindrøkt at seta vindmyllur upp, og Vindrøkt hevur longu bílgat myllurnar frá veitaranum.

Sambært SEV, so hevur vindútboðið við sær, at í tíðarskeiðnum frá 2022 til 2025 skulu SEV og brúkarin rinda umleið 109 mió. kr fyri at spara uml. 41 milliónir krónur í olju.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040