Eykajáttan til H-bygning, hjálparpakkar og Ternuna

Eykajáttan til H-bygning, hjálparpakkar og Ternuna
Landsstýrið ætlar at selja partabrøvini í Tjaldri og væntar at fáa 7-8 milliónir kr. fyri tey
H-bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum, hjálparpakkarnir og Ternan kosta mest í eykajáttanini, sum er borin í tingið
 
14.04.2021 - 09:45

Fíggjarmálaráðið gav mánadagin løgtinginum eitt uppskot um eykajáttanarlóg.

Uppskotið verður helst lagt fram í morgin.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vil ikki siga, hvussu nógvar pengar, landsstýrið biður um hesaferð.

Men H-bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum, hjálparpakkarnir og Ternan kosta mest.

Selja partabrøv í Tjaldri

Landsstýrið biður eisini um loyvi til at selja partabrøvini hjá landinum í Tjaldri.

Tjaldur ásetur á hvørjum aðalfundi prís á partabrøvum felagsins. Tann prísurin verður brúktur, um landið fær loyvi at selja partabrøvini.

Landið eigur tvey prosent í Tjaldri. Fyri prísin, sum nú er, fáast sjey til átta milliónir fyri tey. 

Jørgen Niclasen sigur, at vil løgtingið, at partabrøvini verða seld, verða tey boðin út alment til sølu.

Hetta verður fyrsta sølan av almennum partabrøvum. Tann næsta verður í heyst.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563