Inuit Ataqatigiit og Naleraq skipa samgongu

Inuit Ataqatigiit og Naleraq skipa samgongu
Nýggja samgongan í Grønlandi er skipað við tveimum flokkum, Inuit Ataqatigiit og Naleraq, og Atassut verður stuðulsflokkur
Mute B. Egede og Hans Enoksen á tíðindafundinum í gjár
Mynd: knr.gl  
 
17.04.2021 - 09:37

Nýggja samgongan varð kunngjørd á hátíðarhaldi í mentanarhúsinum, Katuaq, í gjár, har nýggi landsstýrisformaðurin legði fram samgonguskjalið.

Yvirskriftin fyri samgonguna er samhugi, støðufesti og vøkstur. Nøkur av málunum hjá samgonuni er bann fyri útvinna uran og null heimleys.

Flokkarnir samdir um kvotur

IA og Naleraq vilja steðga verkætlanini at fáa hendur á stórum nøgdunum av sjálsomum ráevnum við Kvanefjallið. Samgongan fer at arbeiða fyri at fáa lóggávu, sum bannar útvinning av mineralum, sum hava geislavirki tilfar.

Skattanýskipan verður framd, og her verður serliga hugsað um arbeiðarar, familjur við miðalinntøku, pensjónistar og umstøðurnar hjá einligum foreldrum. Í 2035 skulu eingi heimleys vera í Grønlandi, og fleiri almennar íbúðir skulu byggjast.

Flokkarnir eru eisini samdir um, at grønlendskir fiskimenn skulu fiska tær kvotur, sum skip úr ES í dag fiska.

Hava mist borgarar

Hans Enoksen, sum er formaður í hinum samgonguflokkinum, Naleraq, sigur, at gjógvin millum rík og fátæk er vorðin ov stór.

Vit hava tíverri mist nakrar borgarar undir menningini. Vælstandurin er skalaður. Gjógvin millum rík og fátæk er vorðin størri og størri, og tað hevur elvt til stórar trupulleikar, segði hann.

Ikki bara tey múgvandi skulu stýra landinum. Tey, sum hava verið við til at menna Grønland, veiðifólkini, fiskimenn, arbeiðsfólk og seyðabøndur, skulu eisini takast við í okkara arbeiði. Og øll, sama um tey eru arbeiðsleys ella heimsleys skulu fáa virðiliga viðferð, segði Hans Enoksen í talu á hátíðarhaldinum í Katuaq í gjár, tá nýggja samgongan varð kunngjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167