Nám: Okkara fakligheit tryggjar góðskuna

23.04.2021 - 18:55
Innlendis›Samfelag
Nám: Okkara fakligheit tryggjar góðskuna
Nám hevur endaliga orðið og tað tryggjar góðskuna á privatfíggjaðum undirvísingartilfari, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Námi

- Okkara fakligheit tryggjar góðskuna.

Tað sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi, nú Bakkafrost rindar 300.000 krónur til tøkniliga partin av nýggjum undirvísingartilfari í lærugreinini Náttúra og Tøkni til 6. flokk.

Innihaldið stendur granskingargrunnurin Sjókovin fyri.

Reiðaríini Framherji, Christian í Grótinum og Varðin og alifyritøkan Hiddenfjord hava fíggjað stovnsfæðið í Sjókovanum, sum eisini hevur eina tænastuavtalu við fiskivinnuna um at gera undirvísingartilfar.

Nám rindar hvørki fyri talgilda partin ella tann partin av innihaldinum, sum Sjókovin ger.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541