Frádrátturin verður 100.000 krónur næsta ár

Frádrátturin verður 100.000 krónur næsta ár
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Una Rasmussen, løgtingsmanni
Ábendingar eru um, at hækkingin í frádráttinum fyri húsaleigu hevur havt ávirkan, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
 
20.05.2021 - 09:47

Skattafrádrátturin fyri húsaleigu lækkar ikki aftur í 2022. Tí í næstu tingsetu kemur uppskot um at lata hann vera 100.000 krónur, men avgjørt er ikki í hvussu nógv ár, hann verður galdandi.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Una Rasmussen, løgtingsmanni. Í 2019 hækkaði frádrátturin úr 50.000 krónum upp í 100.000 krónur.

Hann hækkaði fyri at fáa fólk at langtíðarleiga fólki í Føroyum bústað í staðin fyri at stutttíðarleiga gjøgnum Airbnb.

Hevur havt ávirkan

Jørgen Niclasen svarar, at enn ber ikki rættiliga til at siga, um frádrátturin hevur havt ætlaðu ávirkanina. Tí í fjør komu ikki nógv ferðafólk til Føroya.

Tó síggjast ábendingar um, at hækkingin í frádráttinum hevur havt eina ávirkan, sigur landsstýrismaðurin. 

Leigumálini, sum vórðu uppgjørd eftir bruttoskipanini um skattafrádrátt, øktust í 2019. Tølini fyri 2020 eru ikki komin enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810