Korona útsetir eykaaðalfund í Sjálvstýri

bannari
Korona útsetir eykaaðalfund í Sjálvstýri
Uppskot um viðtøkubroyting er gjørt, men tað verður ikki almannakunngjørt nú
Kári P. Højgaard er virkandi formaður í Sjálvstýri, og Lasse Klein er floksskrivari
 
26.05.2021 - 09:54

Eykaaðalfundurin hjá Sjálvstýri, sum skuldi vera í Runavík leygardagin, er útsettur, nú koronustøðan er óviss.

Nær fundurin verður, er ikki greitt í løtuni. 

Eykaaðalfundurin skal viðgera eitt uppskot um viðtøkubroytingar.

Sambært galdandi viðtøkum kunnu bara valdir politikarar vera forfólk í flokkinum. Hetta skal broyast, so onnur eisini kunnu gerast forfólk.

Uppskot er gjørt

Uppskotið um viðtøkubroyting er gjørt. Ikki verður almannakunngjørt nú, havt uppskotið er, sigur Lasse Klein, floksskrivari. 

Tað bleiv samtykt á landsfundi og aðalfundi fyri tveimum mánaðum síðani at broyta viðtøkurnar.

Kári P. Højgaard, fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður, er virkandi formaður í Sjálvstýri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585