Tinglýsingargjaldið verður lækkað

Tinglýsingargjaldið verður lækkað
Í fjør var inntøkan av tinglýsingargjaldinum 51 mió. kr.
Umhvørvisstovan umsitur tinglýsingina
 
08.06.2021 - 10:18

Tinglýsingargjaldið verður lækkað. 

Tað hevur samgongan sett sær fyri, og tað verður gjørt, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Undanfarna samgonga hækkaði tinglýsingargjaldið upp í eitt prosent.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi, hvussu nógv, tað hevði kostað landskassanum, um tinglýsingargjaldið lækkaði niður í hálvt prosent.

Tað hevði kostað 25 mió. kr. um árið, svarar Jørgen Niclasen.

Í fjør var inntøkan av tinglýsingargjaldinum 51 mió. kr. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392