Mótmæla ætlan um eitt asfaltverk aftrat

16.06.2021 - 13:46
Innlendis›Politikkur
Mótmæla ætlan um eitt asfaltverk aftrat
Staðbundna nevndin vísir á, at umsóknir eru eisini um m.a. vistfrøðiliga síla- og laksaaling, men havnarmeistarin mælti til asfaltverk
Kaldbaksfólk mótmæla ætlanini at byggja eitt asfaltverk aftrat á Sundi

Kaldbaksfólk mótmæla harðliga ætlanini um at byggja eitt nýtt asfaltsverk á havnalagnum á Sundi.

Staðbundna nevndin vísir á, at 12 fyritøkur hava søkt um at leiga alt, ella ein part av økinum eystan fyri Sundsá.

Havnarmeistarin mælti havnarnevndini til at leiga økið til tvey asfaltverk og eina sand- og skervgoymslu.

Millum umsøkjararnar eru umsóknir um vistfrøðiliga síla- og laksaaling, smoltstøð, verkstøð og goymslur.

Hoyr Inga á Smið, sum er ein av trimum limum í kaldbaksnevndini, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775